Skerja kunningina á Farstøðini í Havn

Fyri at spara verður kunningardiskurin á farstøðini í Havn, skerdur

Nú verður tænastan á farstøðini í Havn skerd.

 

Í hesum sambandi fer kunningardiskurin á farstøðini ikki at hava líka leingi opið, sigur Joan B. Poulsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni.

 

Sum er, hevur kunningardiskurin opið mánadag til fríggjadag frá klokkan sjey á morgni til klokkan 19 á kvøldi.

 

Leygardag er opið frá klokkan 19 til 15.

 

Men frá á nýggjárinum verður  upplatingartíðin gerandisdagar, skerd tríggjar tímar, so at kunningardiskurin letur aftur klokkan 16.

 

Og leygardagar verður ikki opið yvirhøvur.

 

Joan B. Poulsen sigur, at hetta er eitt sparitiltak hjá Strandferðsluni.

 

Vit hava trý fólk, sum hava mannað kunningardiskin. Nú er eitt teirra farið frá fyri aldur og vit hava gjørt av ikki at seta annað fólk fyri tað, sigur ferðslusamskiparin.

 

Hon sigur, at tað er so lítið at gera eftir klokkan 16 gerandisdagar, og leygardagar, at tað er ikki neyðugt at hava kunningardiskin mannaðan eftir klokkan 16 og leygardagar.

 

Hon heldur ikki, at hetta nervar tænastuna til tey ferðandi.

 

Vit hava rutuupplýsingina sum svarar alt samdøgurið og samstundir hava vit talvur og sjónvarpsskermar við upplýsingum á Farstøðini, umframt heimasíðuni hjá Strandferðsluni.