Skeyt so nær landi at fólk vóru bangin

Løgreglan er eitt sindur við villareiði, tí ongar greiðar reglur eru á økinum

Enn eina ferða er ein maður meldaður fyri at skjóta við byrsu so tætt við, har fólk var, at tað loypti ótta á fólk.

Talan var aftur um ein mann, sum var farin við báti at skjóta fugl, men og hann var farin aftan á fugli heilt inn undir land í Sandagerði, áraka tyrlupallin hjá Landssjúkrahúsinum.

Løgreglan sigur, at tey fingu tvær fráboðanir um hendingina. Tey vita eisini hvør maðurin í bátinum var og tey fara nú at seta seg í samband við hann.

Løgreglan sigur, at lógin er eitt sindur ógreið á hesum øki, tí ongar greiðar ásetingar eru um, hvussu nær landi, tað er loyvt at skjóta við byrsu, tó at tað skal gerast á tryggan hátt.

Tí hevur løgreglan nú biðið um at fáa fuglaveiðilógina, við teimum viðmerkingum, politikarar hava havt fyri at vita, um hesi viðurskifti yvirhøvur eru nakað, politikarar hava givið ans, tá ið lógin varð smíðað.

Hetta er minst fimtu ferð hesar seinastu smáu tríggjar vikurnar síðani 1. oktober, at fólk venda sær til løgregluna, tí at menn skjóta fugl so nær landi, at tey eru bangin.