Skifta graslíki á ovara vølli

Í juli verður graslíki á ovara vølli í Havn skift út. Arbeiðið kostar 3,2 milliónir krónur.

Eftir at hava gjøgnumgingið tey trý tilboðini um at leggja nýtt graslíki á ovara vøll í Gundadali, er tilmæli komið frá ráðgevanum um at fara undir at gera sáttmála við Laiderz Aps um verkætlanina.

Felagið hevur lægsta boð, og dygdin samsvarar við krøvini í útbjóðingartilfarinum. Sáttmálaupphæddin er 3.235.660 kr.

Landskappingardystirnir hjá HB og B36 verða leiktir á Tórsvølli í juli, tá ið graslíkið verður skift á ovara vølli. Eingir altjóða dystir eru í summar vegna koronastøðuna.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.