Skiftandi veður næstu dagarnar

Sambært seinastu veðurforsøgnini hjá DMI kunnu vit vænta skiftandi veður teir næstu dagarnar.

Myndina eigur Ingi Sørensen

Myndina eigur Ingi Sørensen

Sambært seinastu veðurforsøgnini hjá DMI kunnu vit vænta skiftandi veður teir næstu dagarnar.

Sunnudagur:
Lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men út á kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, ið seinni veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella ælaveður. Hitin alt døgnið millum 8 og 13 stig.

Mánadagur:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Sólin sær í løtum, men eisini nøkur æl. Hitin um dagin umleið 10 stig. Um náttina millum 7 og 10 stig.

Týsdagur:
Eitt gul til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Seinni snarar hann í útnyrðing, áðrenn hann snarar í útsynning. Um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyri tað mesta turt og sólin sær, um náttina meira skíggjað. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina millum 5 og 10 stig. 


Myndina eigur Ingi Sørensen