Skiftandi veður næstu dagarnar

Sambært seinastu forsøgnini hjá donsku veðurstovini DMI verður talan um ein gráan dag, men longu í morgin kunnu vit aftur vænta nakrar løtur við sól.

Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirskýggjað við támutum veðri ella mjørka og í løtum regn. Hitin alt døgnið um 12 stig.

Mánadagur:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, men út á seinnapartin snarar hann í vestan og minkar til lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Fyrst skíggjað við regn og mjørka, men út á dagin klárar í við sól. Hitin millum 10 og 13 stig, men um náttina millum 6 og 10 stig.

Týsdagur:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, ið snarar í ein landsynning og veksur um vindin til hvassan vind . Fyrst turt og sól, men seinni skíggjað og regn. Um kvøldið og náttina snarar hann móti útsynningi og minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Hitin millum 8 og 11 stig.