Skilið hevur ongantíð verið so ringt sum nú

Barnaansingin í Tórshavnar Kommunu er við at fara í knús, sigur ellivu álitisfólk í eini ávaring í dag

Hesi seinastu 18 árini hava arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkum í barnaansingini í Tórshavnar Kommunum, verið ongantíð verið so vánaligar, sum nú Tað siga ellivu álitisfólk á dagstovnum nú í eini almennari ávaring.

– Hóast tað ongantíð fyrr hevur verið tosað so nógv um námsfrøðiliga dygd, hevur tað verið  trupult at framt dygd, tí eingin tíð verður sett av til tað námsfrøðiligu fyrireikingina og eftirmetingina, og  stundir eru ikki til nærveruna við tað einstaka.

Tey ellivu álitisfólkini siga, at tað er ósamsvar ímillum krøvini og møguleikarnar at liva upp til krøvini, og í longdini elvir tað til at starvsfólkini verða útbrend – og tað er støðan, tey nú eru í.

– Tað kann væl vera, at tann seinasta broytingin í leiðslubygnaðinum hevur fingið tølini í rokniarkinum at stemma, men sannleikin er, at tað vera framdar stórar sparingar í starvsfólkatímum og rakstri á stovnunum, fyri at rokniarkini skulu stemma.

– Økið er nú slitið inn á bein og tað hendur, hóast meirilutin sigur seg hava játtað millónir til økið seinasta árið. Milliónirnar eru ikki komnar børnunum og starvfólkunum til góðar, men eru heldur farnar til at typpa okkurt hol longri uppi í skipanini.

– Samstundis, sum støðan, er sum hon er á dagstovnaøkinum, skrivar borgarstjórin grein, har hon fegnast um íløgur fyri ein milliard og eina skuldarfríða kommunu.

– Allir flokkar bera ábyrgd fyri, at støðan er, sum hon er í dag. Allir hava sitið við ábyrgd seinastu 18 árini og hava ikki lurta eftir, tá vit í loysa kjarnuuppgávuna hava sagt frá, siga álitisfólkini.

–Tí bera allir flokkar ábygdina av, at tey komandi 4 árini skal dagstovnaøkið upp á eitt støði, sum er virðiligt fyri starvsfólk, foreldur og ikki minst okkara børn, siga tey ellivu álitisfólkini, sum eru:

Elin N W Tausen

Alma á Lava

Edda Hjartvarsdóttir

Tóra Hjørleifsdóttir

Ingerð Andreasen

Joan Johansen 

Emly Djurhuus

Maria Sørensen

Birgith Thomsen

Rannvá E. Konggaard

Joan Egholm

Trýst HER og les meiri um teirra sjónarmið um barnaansingin í Tórshavnar Kommunu