Skipa fyri øðrvísi føroyskari filmskapping

Filmssmiðjan er ætlað øllum føroyingum - uttan mun til filmsroyndir, og hvar tey eru stødd í heiminum

Í døgunum 1. til 8. juli verður skipað fyri einari samanrenning av einari filmssmiðju og einari filmskapping, undir heitinum SprittFisk.

Um hetta tíðarskeiðið er vanliga afturvendandi føroyskur filmstáttur, tá Klippfisk skipar fyri filmskúlanum Nóllywood. Orsakað av støðuni við Korona, er skúlin útsettur til heystfrítíðina, og tískil hava vit funnið eina nýggja rammu til at skapa føroyskan film.

Filmssmiðjan er ætlað øllum føroyingum - uttan mun til filmsroyndir, og hvar tey eru stødd í heiminum. Sum partur av kappingini bjóða vit hesa vikuna heili 15 ymiskar web-masterclasses, ið luttakarnir frítt kunnu velja ímillum. Masterclasses verða í bæði heimildar- og fiktiónsfilmi. Undirvíst verður í øllum frá hugskotsmenning til at klippa filmin.

– Filmsumhvørvið í Føroyum er heldur lítið, og ofta kann tað gerast einstáttað, hvør tað er sum ummælir, viðmælir og situr í teimum ymsu dómsnevndunum. Hetta ynskja vit at bjóða av og eru errin um, at Teitur Lassen, Hanna Jensen og Heini í Skorini hava játtað seg til dómsnevndararbeiðið, siga fyrireikararnir.

Uppgávan hjá teimum trimum verður, fyrst og fremst, at orða eina uppgávuorðing, sum allir luttakarir skulu arbeiða eftir. Dómsnevndin ger eisini av, hvør filmur vinnur høvuðsvinningin á 10.000 DKK.

Til ber at tekna seg til kappingina við at senda navn og tlfnr. til klippfisk(at)klippfisk.fo og tað kostar 200 krónur.