Veruligur bátahugni í Hvalvík í dag

- Vit eru spent eftir at síggja, hvussu undirtøkan verður í ár, nú umstøðurnar eru so nógv betraðar, sigur Dia Petersen.

Sundalags Bátafelag, sum varð stovnað tíðliga í hesum árinum, hevur higartil fingið stívliga seksti limir.

 

Tað er ein fimmmannanevnd, sum mannar felagið, og formaður er Dia Petersen. Felagið er fyri øll, sum hava áhuga fyri bátaumhvørvinum, og tað er einki krav at hava bát. Felagið, sum eisini røkkur út um Sunda kommunu, hevur limir víða um landið - heilt av Eiði til Suðuroyar.

 

Dia Petersen, sum er ættaður úr Hovi, hevur búð í Streymnesi síðan 2007, og hann hevði verið stutt í umhvørvinum í Sundalagnum, tá hann og onnur fóru at spæla við tankan um at skipa fyri onkrum í økinum.

 

- Vit høvdu fyrsta bátahugnan her í Hvalvík í 2009, og eg vil siga, at vit líka sum hava gingið eitt sindur ímóti rákinum, sum er við stórum og veksandi tiltøkum. Hetta er ikki eitt tiltak, sum skal savna ein hóp av peningi inn til nakað serstakt, og tískil hava vit havt eitt so lágt luttøkugjald sum gjørligt. Okkara áhugi er bara at dekka útreiðslurnar av bátahugnanum.

 

Hann sigur, at fíggjarliga er hetta eitt lutfalsliga lítið tiltak, tí tey hava so nógv sjálvboðin at hjálpa sær. Tískil kann tiltakið heldur ikki koppa nøkrum.

 

Dia Petersen vísir á, at tað eru fyrireikarar og fólk í økinum, sum gera smyrjibreyðið við føroyskum viðskera, sum borðreitt verður við í tjaldinum, tá bátarnir hava lagt til bryggju.

 

- Bátafólk, fólk í kampingvogni og fólk annars, sum leita sær í tjaldið millum klokkan 15 og 17 í dag, fáa øll - um tey ynskja tað - ókeypis breyð við føroyskum viðskera. Um tað vísir seg, at so nógv fólk koma, at breyðið, sum frammanundan er smurt, byrjar at ganga undan, verður smurt aftrat, so øll, ið hava hug, kunnu fáa ein bita.

 

Hann sigur, at fólk eru ófør at lata breyð og viðskera.

 

- Viðskerin er vanliga føroyskt skerpikjøt, føroysk rullupylsa, egg og sild, og eg vil siga, at fólk lata eftir tí, tey eiga. Í hvørjum bakka liggja trý hálv og smurd breyðstykki, men ynskir onkur ein bita út yvir tað, er tað eingin trupulleiki.

 

Hann vísir á, at fólk hava verið ovfarin um, at tað ber til at fáa ókeypis smyrjibreyð í Hvalvík, men hetta letur seg bara gera, tí fólk í økinum standa saman og stuðla tiltakinum.

 

- Hetta hava vit gjørt øll árini, síðan tiltakið við bátahugna sá dagsins ljós, og afturmeldingarnar eru góðar, sigur formaðurin í Sundalags Bátafelag, Dia Petersen.