Skiparin sum gjørdist sjúkrahússtjóri

– Eg var umborð, tá ið meistarin spyr meg, um eg hevði søkt starvið. Eg segði nei. Hann segði so, at freistin er úti í dag. Tá fór eg upp á brúnna, skrivaði umsóknina og sendi, sigur Hans Pauli Henryson, nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Hans Pauli Henryson, nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi. (Mynd: Áki Bertholdsen)

Hans Pauli Henryson, nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi. (Mynd: Áki Bertholdsen)

Hans Pauli Henryson er ikki akademikari, sum fleiri aðrir almennir stjórar, men hann hevur hinvegin nógvar lívs- og leiðsluroyndir frá veruliga lívinum. Hóast hann hevur saðlað um frá lívinum á brúnni á einum skipi til at sita sum ovasti leiðari á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so heldur hann tó ikki, at tað er so ólíkt.

– Sjúkrahúsið er sjálvandi ein heilt annar heimur enn tað, eg havi verið vanur við. Men eg havi verið leiðari í nógv ár, og hetta starvið er eisini at vera leiðari. So eg kann brúka mínar royndir, sigur Hans Pauli Henryson.

Tekur longri tíð

Hann ásannar tó, at munur er á at vera leiðari umborð á einum skip og so á einum sjúkrahúsi.

– Tað gekk nógv skjótari fyri seg umborð. Tá ið eg gav eini boð, gingu tveir minuttir, so var tað gjørt. Nú gongur nógv longri tíð til ein avgerð verður til veruleika. Alt skal gjøgnum nógvar kanalir, og tí er ofta langt til handling. Eg eri bráður av lyndi, men eg eri eisini realistiskur og veit, at viðurskifti mugu viðgerast væl, áðrenn tey skulu blíva til veruleika. Onkuntíð sakni eg skjótleikan, men eg veit, at mál skulu viðgerast av nógvum pørtum. Umborð var øðrvísi, har var eg einaráðandi, sigur Hans Pauli Henryson.

Lesið alla samrøðuna við nýggja sjúkrahússtjóran í Suðuroy í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.


Hans Pauli Henryson, nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi. (Mynd: Áki Bertholdsen)