Bæði azimuttur og kjølur kunnu lorast niður úr skipinum - kjølurin fyri at fáa reinari signal til leitiútgerðina umborð á havrannsóknarskipinum.

Skipið verður proppað við teknikki

- El-skipanin umborð á havrannsóknarskipinum verður í heimsflokki, sigur Eyðun Hansen á El-talvuvirkinum í Norðragøtu.

Bæði azimuttur og kjølur kunnu lorast niður úr skipinum - kjølurin fyri at fáa reinari signal til leitiútgerðina umborð á havrannsóknarskipinum.

 

Tað er El-talvuvirkið í Norðragøtu, stytt ETV, sum er størsti undirveitari hjá Mest í samband við byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum á Skála. Havrannsóknarskipið verður sera væl útgjørt tekniskt, og hetta er avgjørt tað mest framkomna skipið, sum El-talvuvirkið hevur projekterað.

Stjórin, Eyðun Hansen, vísir á, at øll el-projektering og framleiðsla av talvum, eitt nú høvuðstalvum, neyðtalvum og undirtalvum, er gjørt frá botni av á ETV í Norðragøtu.

- Umframt at vit framleiða alt hetta og nógv aftrat á virkinum hjá okkum, verða tað eisini okkara starvsfólk, sum skulu instalera og annars seta upp alla ta útgerð, sum verður umborð á havrannsóknarskipinum.

Eyðun Hansen sigur, at ETV hevur sum sína uppgávu at framleiða el-skipanina og automatikkin til verksmiðjuna. Sama er við ávaringarskipan og PMS-skipan, sum eru ógvuliga umfatandi skipanir.

- Vit skulu eisini framleiða tilhoyrandi skermyndir – ella memik, sum tað verður rópt á fakmáli – av skipanum, sum verða instaleraðar umborð.

Stjórin í ETV sigur, at tað eisini er uppgávan hjá virkinum í Norðragøtu at installera øll navigatiónstól og samskiftistól umborð. - Tað hevur verið partur av okkara arbeiði sum undirveitari at designa pultar og staðseta øll tól í stýrhúsinum, sigur Eyðun Hansen.

Hann vísir á, at framdriftin hjá skipinum er ein diesel elektrisk skipan, sum hevur tveir diesel-motorar á 2000 HK. - Hesir dríva ein 3000 kW stóran el-motor, sum er serbygdur, sum so aftur drívur skrúvuna á skipinum, leggur hann aftrat.

Umborð á nýggja havrannsóknarskipinum verða øll trolspøl el-drivin, og skipið er útgjørt við síðuskrúvu, ið eisini kann brúkast sum azimuttur. - Bæði azimutturin og kjølurin kunnu lorast niður úr skipinum - kjølurin fyri at fáa reinari signal til leitiútgerðina umborð á skipinum.

Eyðun Hansen vísir á, at havrannsóknarskipið er ein sera spennandi, krevjandi og mennandi uppgáva hjá EVT, men fyritøkan hevur nógvar royndir við at arbeiða umborð á skipum.

- Líknandi skip, sum verða bygd í útlondum, eru vanliga størri enn hetta. Tó verður nýggja føroyska havrannsóknarskipið júst líka so framkomið, sum onnur havrannsóknarskip, og skipið verður bygt við allar nýggjastu tøknini á marknaðinum, sigur hann.

Lesið størri samrøðu við Eyðun Hansen í vinnutemanum, sum er í Sosialinum í dag.

Bæði azimuttur og kjølur kunnu lorast niður úr skipinum - kjølurin fyri at fáa reinari signal til leitiútgerðina umborð á havrannsóknarskipinum.