Skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík broytt

Eftir summarfrítíðina verður skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík broytt soleiðis, at at til ber at taka alla útbúgvingina í einum uttan at neyðugt er at fara at sigla innímillum

Skipsatstøðisútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík verður eftir summarfrítíðina eitt sindur øðrvísi skipað.

Higartil hevur útbúgvingarleisturin verið, at næmingar eftir lokið grundskeið á 20 vikur fáa prógv sum ófulltikin skipsatstøðingur fyri síðani at sigla í minsta lagi 6 mánaðir, áðrenn søkt verður á endaskeiðið á hálvt skúlaár afturat.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um 6 mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini. Næmingarnir fáa tá høvi at taka allan skúlapartin í einum og sostatt fáa prógv sum fulltiknir skipsatstøðingar eftir loknan lestur.

Samstundis verður kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.

Broytingarnar verða framdar sum ein royndarskipan við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.  

##med2##

Útbúgvingin telur enn sum 18 mánaða siglingstíð fyri tey, ið ætla sær at søkja á skiparaútbúgving seinni.