Høvuðsmotorur og skrúvureiðskapur er í skipinum, og sum skilst er ógreitt, hví nýggi skipsskrokkurin koppaði.

Skipsskrokkur koppaði undir sleipi

Skrokkurin er bygdur í Gdansk í Póllandi, og tað er Vestværftet A/S í Hvide Sande, sum skal gera norska garnaskipið liðugt.

Høvuðsmotorur og skrúvureiðskapur er í skipinum, og sum skilst er ógreitt, hví nýggi skipsskrokkurin koppaði.

 

Seinnapartin sunnudagin var ein stórur flótikrani á leiðini nakrar fjórðingar norður úr Hanstholm í Danmark, har ein nýbygdur skipsskrokkur lá koppaður við botninum upp í bláan himmal.

Tað var fríggjamorgunin, at nýbygdi skrokkurin hjá norðmonnum - Nesajente - koppaði, meðan teir vóru í holt við at sleipa hann úr Póllandi til Hvide Sande í Danmark. 

Fiskiskipaskrokkurin er bygdur í Gdansk í Póllandi, og tað er Vestværftet A/S í Hvide Sande, sum skal gera skipið liðugt við eitt nú aptering og útgerð.

Høvuðsmotorur og skrúvureiðskapur er í skipinum, og sum skilst er óvist, hvør orsøkin var til, at nýggi skipsskrokkurin koppaði.

Tað er norska reiðaríið August Fjeldskår, sum letur skipið byggja.

Nýbygningurin er ein garnabátur, 35,2 metrar langur og 8,7 metrar breiður, og sambært norskum sjóvinnumiðlum verða ætlandi 10 mans við skipinum.

Sambært Kystmagasinet.no fer skipið - Nesajente- at kosta einar 55 miljónir norskar krónur at byggja.

Høvuðsmotorur og skrúvureiðskapur er í skipinum, og sum skilst er ógreitt, hví nýggi skipsskrokkurin koppaði.