Skjótibreyt í Leirvík gongur framá

Fyrireikingarnar til nýggju skjótibreytina úti á Vik í Leirvík eru nú av álvara farnar í gongd.

Skjótibreytin hjá felagnum Eysturskot verður á einum øki millum Høvdavirkið og fjósið Rasmus Norup, og í løtuni verður ein vegur gjørdur oman til skjótibreytina. Harumframt skal alt økið slættast, og ein heyggur skal gerast, so leirdúgvurnar ikki fara av breytini.

Tað Sp/F Reginsson sum stendur fyri arbeiðinum.

Eysturskot er skjótfelagið í Eysturkommunu. Felagið varð sett á stovn í 9. juni 2016