Skjótisambandið heiðrar Sjúrði Knudsen

Á Tórshamar Open 2019 valdi Skjótisamband Føroya at heiðra Sjúrði Knudsen fyri hansara tíð sum formaður í Skjótisambandi Føroya.

Sjúrður sat sum formaður í 4 ár, frá 2014 til 2018, og Skjótisambandið vísir á fleiri avrik, ið Sjúrður fekk frá hondum í tíðini sum formaður:

- Gestalimaskapur í Nordic Shooting Region
- Føroya Cup
- Venjingarlega á KFK
- Skjótivegleiðara útbúgving
- Beinleiðis dagføring av úrslitum á netinum
- Eyka FM vinningar
- Nýtt búmerki til SkF

Esmar Joensen, núverandi formaður í Skjótisamband Føroya, handaði Sjúrði eina gávu úr føroyskum gróti, sum takk og minni um tíðina, hann sat sum formaður í Skjótisamband Føroya.