Skógareldur herjar á kendari frítíðaroyggj

Fólk eru flutt burtur frá eldi og royki, og roynt verður at sløkkja bæði av landjørðini og úr luftini.

 

 

 

Í løtuni herjar skógareldur á sponsku frítíðaroynni, Gran Kanaria, og fólk eru flutt burtur og í tryggleika, har eldur og roykur ikki røkka. Keldur siga, at roykurin frá skógareldinum sæst av grannaoynni, Tenerifa. 

Eldurin tók seg upp leygardagin nær við Artenara og hevur spreitt seg haðani. Sløkkilið stríðast fyri at basa eldinum, og arbeitt verður bæði av landjørðini og úr luftini, har tyrlur og flogfør royna at sløkkja.

El Pais skrivar, at ein 55 ára gamal maður er handtikin og er undir illgruna fyri at vera atvoldin til eldin. Løgreglan heldur, at maðurin hevur brúkt eitt sveisitól, og at hann ikki hevur verið nóg ansin.