Skorheim framúr formaður

Í samband við, at tað nú í lesarabrævið verður lagt eftir formanni í Sjálvstýri, skal eg hervið koma við hesum viðmerkingum. Eg havi nú í skjótt 8 ár samstarva við Jógvan Skorheim og má eg siga, at hann er ein sera hóvligur, róligur og dámligur persónur, ið eisini hevur sera góð politisk evnir. Hann fær fólk at føla seg væl allastaðni har hann er.  Hann er ein politikari við visiónum fyri alt okkara oyggjasamfelag.

Bæði sum løgtingspolitikari og borgarstjóri hevur hann evnir til at síggja møguleikar og finna loysnir. Og eg veit, at hann eisini kann samstarva við allar persónar og flokkar á Føroya Løgtingið.

Jógvan hevur eitt fantastiskt strategiskt yvirblikk. Í okkara kommunu, er hann eisini góður til praktiskt býráðsarbeiði og er væl inni í øllum kontum í fíggjarætlanini hjá kommununi. Her vísir hann stórt nærlagni og framúr evnir. Hetta lættir nógv um, tá fíggjarætlanin skal leggjast, og í dagliga arbeiðinum.

Jógvan hevur altjóða útsýn.
Tá man sum politikari velur at geva út bók, hvussu man heldur Føroyar skulu skipast, tá vísur man veruliga í verki, at man hevur gjøgnumhugsað okkara samleika og hvussu vit skulu mennast sum tjóð.

Fyri trimum árum síðani, var eg við Sjálvstýri í Skálavík, har vit viðgjørdu viðtøkurnar og  stevnuskránna hjá flokkinum og í hesum sambandi eisini fiskivinnupartin. Eftir fundin var semja um nýggju viðtøkurnar hjá flokkinum.

Í dag eri eg av tí greiðu fatan, at vit hava ein tann besta formann í Føroyum og fegnist eg um góða samanhald, sum í dag er millum okkum sum til dagliga virka í flokkinum. Eg vil ynskja Jógvan og øllum valevninum hjá flokkinum gott val.

Óli M. Lassen
Býráðslimur