Skótahjálpin byrjar í dag

Í dag fer skótahjápin í gongd, og hon heldur fram alla næstu viku

Einaferð um árið hjálpa skótar børnum í Føroyum og uttanlands á ein serligan hátt. Skótar bjóða seg fram at gera eitthvørt, og stuðulin fer so til verkætlanir.

Skótahjálpin letur í ár pening til tvær verkætlanir.


Í Føroyum: Petø-venjingar

Hetta eru kropsligar venjingar framdar av fysioterapeutum og eru ætlaðar børnum í aldrinum umleið seks mánaðum -18 ár sum hava cerebral paresu. Venjingarnar eru á tí støði, har barnið er, soleiðis at man fær stimbrað barnið til at vera luttakandi í venjingunum. Eftir besta førimuni verður miðjað ímóti at barnið ger venjingarnar sjálvstøðugt, og tey verða tí býtt sundur í smærri bólkar eftir aldri og støði.

Stuðulin frá Skótahjálpini verður brúktur til útgerð, sum skal vera við til at gera venjingarnar aldurssvarandi og stuttligar, so børnini læra ígjøgnum spæl. Venjingarnar fara fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

ROOF - Serbia

Útlendska verkætlanin er eitt sætt skótaprosjekt:

Evropiska skótasambandið, FOSE, hevur fleiri skótaverkætlanir, sum eru menningarætlanir fyri skótar og umhvørvi teirra í økjum, har pengarnir eru smáir. Føroyska Skótahjálpin hjálpir í ár verkæltanini ROOF “Real Opportunity for Our Future” í Serbia, í økinum Bela Palanka. Skótavirksemi hevur verið har í nógv ár, men útbúnaðurin er sera slitin og hevur tørv á størri ábøtum. 

Skótarnir í økinum gera týðandi arbeiði fyri børn og ung, við at geva teimum góðar náttúruupplivingar og ígjørnum skótarbeiðið menna tey til at gerast góðir borgarar. Innkomni peningurin fer til nýtt tak á skótahúsið. Skótar hjálpa, eisini hvørjum øðrum.