Skotið við fýrverki móti húsum í Sandavági

Eingin skaði stóðst av hendingini

Løgreglan fekk um 23 tíðina gjárkvøldið boð um, at skotið var við fýrverki eftir einum húsum í Sandavági.

Eingin skaði stóðst av hendingini, men fólkini í húsunum ilskaðust, tí børnini vaknaðu av ganginum.

Tá løgreglan kom á staðið, var eingin at síggja, men roknað verður við, at talan var um onkran ungdóm, ið gjørdi ónáðir.

Tað var í januar mánaði í ár, at tað kom eldur í eini hús í Sandavági, eftir at ungdómar høvdu skotið fýrverk móti húsunum. Tá endaði við, at maðurin í húsunum framdi sivila handtøku á ein av ungdómunum, og hann varð síðani ákærdur saman við konuni fyri harðskap.

Vakthavandi á løgreglustøðini visti ikki at siga, um samband er millum hendinginarnar, ella um tær vóru á sama staði.