Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommun, og Annika Olsen, borgarstjóri

Skoytibreytin verður IKKI í Vágsbotni kortini

Vinnan í miðbýnum í Havn tosaði við klárari rødd í kvøld: Steðgið og beinið skoytubreytina burtur alt fyri eitt!

Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommun, og Annika Olsen, borgarstjóri

Tórshavnar kommuna hevur bakkað eftir trýsti frá vinnuni í miðbýnum í Havn. Tað gjørdist greitt á fundi á Hotel Hafnia í kvøld, har Tórshavar kommuna hevði boðið vinnuni í miðbýnum á fund. Orsøkin er rokið um skoytibreytina – ella heldur um avleiðingarnar av, at kommunan hevur lagt skoytibreytina á vegin í Vágsbotni, so ferðslan ikki kann koyra millum stóra parkeringsøkið á Skálatrøð og Vaglið.

Tekniski stjórin Bogi Jacobsen og býararkitekturin hjá Tórshavnar kommunu, Birita Wardum, leiddu fundin og greiddu frá ætlanunum í Vágsbotni. Annika Olsen, borgarstjóri, var eisini á fundi, men hon tók ikki orðið fyrr enn fundurin endaði og lovaði, at ætlanin hervið er slept.

Tað sum serliga øsir fólk er, at kommunan hevur arbeitt í tí dulda við ætlanini. Boðað varð á fundinum frá, at tað var umsitingin, sum hevði tikið avgerðina, sum ikki var politisk, og tey søgdu, at tað var skeivt at geva Anniku Olsen, borgarstjóra, skuldina. Umsitingin vildi ikki koma út við málinum, fyrr enn eftir valið, tí tey vóru bangin fyri, at »at politikkur hevði komið í málið«.

Avgerðin um at leggja skoytibreytina var annars tikin í juni mánaði, men tá var ætlanin at ferðsla, um enn avmarkað, á onkran hátt skuldi kunna ganga framvið.

Men tey søgdu eisini, at ferðslunevndin hevur strammað upp, og er nú nógv strangari, tá slík loyvi skulu gevast. Hon vildi eitt nú ikki loyva ferðslu fram við skoytubreytini, um hon aftur var í gamla Kommunuskúlagarði, har hon hevur verið seinastu árini.

##med2##

– Eg fekk ikki at vita fyrr enn í gjár, at ferðslunevndin ikki vildu loyva ferðslu fram við skoytubreytini, segði Annika Olsen.

Hon viðgekk, at tað setti málið í heilt annað ljós.

Alternativu loysnirnar, sum Tórshavnar kommuna kom við á middegi í dag, at venda ferðsluni í Bøgøtu, so hon gekk omaneftir í staðin fyri niðaneftir, og at ferðslan í Conradsbrekku eisini skuldi vendast, vórðu eisini vendar í hurðini hjá ferðslunevndini.

Tá fundurin í kvøld byrjaði stóð málið tí í sama stað sum í gjár.

##med3##

Eftir harða mótstøðu á fundinum, har luttakarar harðliga funnust at býráðnum fyri ikki at lurta eftir vinnuni, fyri ikki at spyrja og fyri ikki at taka atlit til vinnuna yvirhøvur, vórðu umboðini fyri kommununa beinleiðis spurd, um tey nú fóru at taka skoytibreytina burturaftur.

Eftir eitt sindur av tutlaríi millum borgarstjóran, kommunustjóran, býarverkfrøðingin og býararkitektin boðaði Annika Olsen, borgarstjóri, frá, at skoytibreytin verður tikin burturaftur.

Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommun, og Annika Olsen, borgarstjóri

Soleiðis var ætlanin at skipa ferðsluna