Skoytubreyt í Gundadali

Nú er greitt, at havnaborgarar sleppa at skoyta í Gundadali í vetur

Í ár noyðast havnaborgarar niðan í Gundadal at skoyta. Mynd: Álvur Haraldsen

Í ár noyðast havnaborgarar niðan í Gundadal at skoyta. Mynd: Álvur Haraldsen

Eftir at Tórshavnar Kommuna í farnu viku fyrst fór undir at gera klárt til at seta skoytubreytina upp í Vágsbotni, men síðani slepti ætlanini, tí at nógv mótmæli komu frá vinnulívinum í miðbýnum, tí breytin fór at hava við sær, at ferðslan í miðbýnum bleiv nógv tarnað, hevur verið arbeitt við nýggjari staðseting til breytina.

Nú er so greitt, at skoytubreytin verður sett upp á niðara vølli í Gundadali. Hetta váttar tekniski stjórin hjá kommununi, Bogi Jacobsen.

- Breytin verður sett upp í horninum niðan móti B36-húsinum, og hon kemur at hava fulla stødd, sigur Bogi Jacobsen.

Nær breytin letur upp, er tó enn ógreitt.

Í ár noyðast havnaborgarar niðan í Gundadal at skoyta. Mynd: Álvur Haraldsen