Skoytubreytin í Klaksvík tekur skap

Vestanfyri íbúðirnar á Biskupstorgi í Klaksvík, niðan móti nýggja BankNordik verður í hesum døgum løgd síðsta hond á skoytubreyt, sum skal liggja á túninum har.

Orð og myndir. Dávur Winther

Orð og myndir. Dávur Winther

Returvatnið frá sjóhitaskipanini er munin kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Tí er lætt við teirri tøkni, sum er í sjóhitaskipanini, eisini at kunna fyrsta.
Við hesi tøkni, sum tá ikki krevur nógva orku, tí vatnið er so kalt, verða rør nú løgd á eitt øki við íbúðirnar á Biskupstorgi, sum verður um 380 m2 og skal her verða skoytubreyt, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu fyrst í desember.

##med2##
Í gjár varð bjálving løgd út og síðani eitt avrættingslag við serligum skervi, sum rør nú verða løgd í, ið skal frysta vatnið, sum verður fylt á økið, ið síðani er skoytubreytin.
Hetta er ein spennandi verkætlan, ið vegna sjóhitaskipanina, sum liggur í økinum – og sum m.a. íbúðirnar á Biskupstorgi eru upphitaðar við – ikki er so umhvørvisliga dálkandi og heldur ikki kostnaðarmikil í rakstri.

##med3##
Henda skoytubreytin er í stødd út ímóti teirri, sum liggur á Vaglinum í Havn – hon er um 450 m2. Tað sigst at Tórshavnar kommuna hevur kannað eftir um ikki ber til við eini skroytubreyt, sum verður um 500 m2 næsta ár.

##med4##
Men tá ið skúrar, frystianlegg og annað skal afturat, verður ivaleyst neyðugt at finna annað stað, enn at liggja á Vaglinum, sigur Sigurð O. Vang, Mentanarstjóri í Tórshavnar kommunu, um so skuldi verðið.

##med5##

##med6##

##med7##

##ms##

##med8##

##med9##

##med10##

Orð og myndir. Dávur Winther