Skreiða á brimfjøl í Tjørnuvík

Útivika er í Sunda kommunu. Nógv ymist tiltøk eru á skrá alt frá at skreiða á brimfjøl í Tjørnuvík, kajakkrógving í Hósvík, gongutúrur niðan á Ørvisfelli, planta trø í Náttúrulundini og nógv annað

Mynd: utiliv.fo

Mynd: utiliv.fo

Útivikan í Sunda kommunu byrjar í dag og heldur á til sunnudagin 31. mai.

Kommunan hevur gjørt skrá, har okkurt útitiltak er at fara til hvønn dag. Kommunan sigur eisini, at fólk eru vælkomin við fleiri hugskotum.

– Í ár setur tiltakið "Hvør metur telur" hjá Fólkaheilsuráðnum dám á útivikuna. Vit vóna at øll, ung sum eldri, fara ein túr í vikuni, skrivar Sunda kommuna.

Í dag er ruddingardagur við Gjógv, eins og møguleiki er at planta trø í Náttúrulundini. Mánadagin er møguleiki at rógva við gamla Hvessingi, týsdagin verður farið gongutúr niðan á Ørvisfelli, mikudagin er kondibingo, hósdagin er møguleiki at ganga, renna og súkkla, fríggjadagin letur Hvalastøðin við Áir upp, og tá er eisini kajakkrógving í Hósvík. Endað verður við at skreiða á brimfjøl í Tjørnuvík.

Mynd: utiliv.fo