Skrúva fyri vatninum hvønn dag í Hósvík

Heitt verður á borgararnar um at spara uppá vatnið

Tað hevur verið turt leingi, og tað merkist. Fleiri kommunur hava seinastu dagarnar boðað frá, at vatntrot er í bygdum, og í tí sambandi hevur verið heitt á borgarar um at spara uppá vatnið.

Nú er tørnið komið til Hósvíkar. Sunda kommuna skrivar soleiðis:

- Heitt verður á borgarar í Hósvík um at spara vatn. Skrúvað verður fyri vatninum hvønn dag frá kl. 23.00 til kl 06.00. Inntil nærri boð verða givin.