Skrúvuguðstænasta og Sálmamiðvika í Hoyvík

Mikukvøldið 19. februar verða skrúvuguðstænasta og tiltakið Miðvika í Hoyvíkar kirkju.


Kl. 17.30 verður bjóðað til skrúvuguðstænastu. har ein bíbliusøga verður fortald, sálmar verða sungnir, og síðani verður farið niður undir í Kirkjukjallaran til lasanju. Børn og barnsligar sálir eru vælkomnar.
Kl. 19.30 verður Miðvika, ið hesaferð er sálmakvøld burturav. Prestarnir báðir, Bergtórur og Theodor, greiða frá um sálmar, sum eisini verða sungnir hetta kvøldið. Eftir løtuna í kirkjuni verður drekkamunnur í Kirkjukjallaranum.