– Vit eru imponeraði yvir, at Magn var so nógv við upp á hugskotið. Nú verður heimurin eitt vet betri, sigur lærarin, Aage Dyssegaard, sum her stendur fremstur á myndini

Skúlaflokkur fekk Magn at savna inn pappírskoppar

– Tá navnið stendur á koppinum, eigur tú ábyrgdina! Soleiðis segði ein skúlaflokkur á Toftum við Magn, eftir at tey høvdu verið og ruddað og funnið nógvar Magn-koppar í náttúruni.

– Frá børnum skalt tú hoyra sannleikan, og ikki allir sannleikar eru eins væl lýddir. Men, tað loysir seg at lurta, tá tú fært eitt gott hugskot.

Nakað soleiðis skrivar Magn á sínari Facebook-síðu.

Her verður víst á hugskotið, tey fingu frá 6. flokki í Tofta skúla, og at hetta hugskot var ógvuliga gott.

Undir herrópinum at gera heimin til eitt betri stað, hevði skúlaflokkurin verið og ruddað í náttúruni.

Her høvdu tey funnið eitt stórt tal av Magn-koppum, og tað hildu tey vera ov galið.

Kopparnir eiga ikki at liggja og sløðast í náttúruni.

##med2##

Tóku ábyrgd

Skúlaflokkurin vendi sær til Magn við hugskotinum um at savna kopparnar innaftur, og skjótt var eitt serligt innsavningarílat til brúktar Magn-koppar skapt.

– At renna undan ábyrgd nyttar lítið, og tí vil Magn eisini geva sítt íkast.

Filmsbrotini her á síðuni lýsa fittu søguna aftan fyri innsavningarílatið.

Annar filmurin vísir skúlanæmingar sum rudda, og her sæst eitt nú ein kona, sum situr í bili við opnum vindeyga. Tá hon hevur tømt kaffi-koppin, tveitir hon koppin út gjøgnum vindeygað á bilinum.

Skúlanæmingur fer nú eftir koppinum og ber konuni hann aftur:

– Tú misti henda koppin, sigur næmingurin blídliga.

Í filmsbrotinum sæst eisini, at maður kemur trillandi inn á Magn-støð við innsavningarílati til kopparnar.

Síðan kemur á lýsing skíggjan, og her verður heitt á fólk um at lata kaffikopparnar inn aftur.

Fólk kunnu skriva navn og nummar á koppin og soleiðis verða við í drátti um eitt Magn-kort á 1000 krónur, sum verður drigið annan hvønn mánaða.

##med3##

Nógv dáma

Tað er ein hópur av fylgjarum, ið hava dámað stuttfilmin, sum eisini er deildur rættiliga nógvar ferðir á Facebook.

Ein viðmerkjari á síðuni, Svend Højgaard, skrivar soleiðis:

»Frálíkt átak frá læraranum, Aage Dyssegaard og hansara næmingum. Eisini flott, at Magn tók undir við hugskotium. Ein kreativur og innovativur lærari…«

Sjálvur hevur lærarin, Aage Dyssegaard, hesa viðmerking á síðuni:

»Ja, vit eru so imponeraði yvir, at Magn var so nógv við upp á hugskotið. Nú verður heimurin eitt vet betri…« sigur lærarin.

##med4##

##med5##

– Vit eru imponeraði yvir, at Magn var so nógv við upp á hugskotið. Nú verður heimurin eitt vet betri, sigur lærarin, Aage Dyssegaard, sum her stendur fremstur á myndini

Filmurin, sum næmingarnir í skúlanum á Toftum gjørdu um dálking av Magn-koppum

Aage Dyssegaard greiðir frá tilgongdini við at gera filmin