Skúlanæmingar fara at kappast í íverksetan

Fríggjadagin 28. februar verður stóra finalan í SkúlaFM 2020, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring landið fara at kappast í íverksetan

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum.

Hetta siðsta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm.

Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til NextLevel. Nummar 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, setur finaluna í Spinnarínum í Klaksvík. Tónleikaframførslur vera eisini á skránnim og harumframt kemur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, at bera fram røðu.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið.