Skúlanæmingar í Vági fáa teldu

Frameftir skulu allir næmingar frá 4. til 10. flokk í Vágs skúla fáa teldu frá skúlanum. Tað boðar Vágs kommuna frá í morgun.

Vágs kommuna sigur, at hetta er ein liður í framhaldandi arbeiðinum at menna tilboð til skúlanæmingar í Vági.

- Teldur eru eitt týðandi arbeiðsamboð í nútíðarsamfelagnum og er eisini vorðin eitt týðandi amboð í fólkaskúlanum. Og fyri at tryggja, at allir næmingar hava skúlaamboð, sum eru javnt góð, hava vit í samráð við skúlan gjørt av at keypa teldur til allar næmingar frá fjórða til tíggjunda flokk, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Vágs kommunu.

- Ein týðandi liður í at børn og ung hava ein góða uppvøkstur er, at tey trívast og hava tað gott í skúlanum. Og vit hava saman við skúlaleiðsluni arbeitt miðvíst við at menna tilboðini til skúlanæmingar í Vági, og játtan til keyp av teldum til næmingarnar er ein liður í hesum, sigur Eydis Kjærbo.

Tilboðið er skipað soleiðis, at næmingarnir gjalda eitt depositum fyri teldurnar, ið teir fáa afturgoldið, tá teldan verður latin inn aftur, og fyrstu næmingarnir hava nú fingið teldu útflýggjaða, sigur Vágs kommuna.