Skuldi draga bát - men gleið á sjógv

Men tey vóru skjót á staðið og fingu bjarga manninum

Tað gekk ikki sum ætlað hjá einum manni, tá ið hann skuldi draga bát heilt tíðliga í morgun í Klaksvík.

Hann bakkaði oman eftir dráttinum við vogninum, men ístaðin fyri at fáa fatur á bátinum, var tað so hált á dráttinum, at hann gleið á sjógv við bæði bili og vogni.

Maðurin fekk fatur á einum fríholti og fekk givið boð frá sær og løgreglufólk vóru skjót á staðið og fingu bjarga honum upp á turt aftur í øllum góðum.

Seinni skuldi sløkkiliðið so fáa bil og vogn upp aftur.