Skuldi flúgva korona-rakt heim

Í minsta lagi 16 fólk eru deyð og 120 hava fingið løstir í einari flogvanlukku í India í dag.

Flogfarið er farið í tvey. Vanlukkan hendi, tá flogfarið skuldi lenda. Mynd: AP

Flogfarið er farið í tvey. Vanlukkan hendi, tá flogfarið skuldi lenda. Mynd: AP

 

Eitt ferðafólkaflogfar hjá Air India Express, sum kom úr Dubai við 174 ferðafólkum umborð, er farið út av flogbreytini í Kozhikode í India og er í harða stoytinum farið í tvey. Tíðindastovur skriva, at í minsta lagi 16 fólk higartil eru staðfest deyð í vanlukkuni.

Myndir á sosialum miðlum vísa eitt flogfar, sum er farið í tvey. Sambært flogumsitingini - DGCA - koyrdi flogfarið heilt út á endan á flogbreytini, áðrenn tað fór út av og oman í ein dal, har tað fór í tveir partar.

Sambært Hindustan Times skuldi flogfarið flúgva fólk heim, sum hava verið korona-rakt í útlandinum. Ráðharrin í India, sum hevur loftferðslu undir sær, sigur sambært CNN, at 174 fólk vóru í flogfarinum, harav tíggju pinkubørn, tveir flogskiparar og fýra onnur starvsfólk.

Millum tey deyðu eru sambært CNN báðir flogskipararnir, og sagt verður, at umleið 120 fólk hava fingið skaðar í vanlukkuni. Sambært Air India Express verður roynt at flyta tey løstaðu á sjúkrahús.

Sambært Times of India váttar lokala løgreglan, at vanlukkan hendi, tá flogfarið var í holt við at lenda, og ávísin leggur aftrat, at tað var glopraregn í økinum, tá flogfarið skuldi lenda.

Flogfarið er farið í tvey. Vanlukkan hendi, tá flogfarið skuldi lenda. Mynd: AP