Skuldsetti: - Hetta er vitleyst

Soleiðis sigur maðurin, sum nú er handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.

 

Í gjárkvøldið handtók norska løgreglan ein mann í 30-árunum í samband við málið um Anne-Elisabeth Hagen. Maðurin hevur KT-fyritøku og hevur sambært løgregluni fingist við kryptovaluta.

VG veit at siga, at løgreglan hevur skuldsett mannin fyri dráp ella viðvirkan til dráp av norsku ríkmanskonuni, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018. Løgreglan sigur, at handtikni maðurin og maður Anne-Elisabeth Hagen kennast.

Verjin hjá manninum, sum nú er handtikin og skuldsettur í málinum, Dag Svensson, sigur, at maðurin noktar seg sekan. - Ein avhoyring hevur verið, og eg havi ætlanir um at vitja skuldsetta í dag. Tó er ógreitt, um nýggj avhoyring verður í dag.

Spurdur, hvussu maðurin í 30-árunum hevur upplivað handtøkuna og at vera skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av Anne-Elisabeth Hagen, sigur verjin, Dag Svensson, at maðurin upplivir hesa skuldseting sum vitleysa.

Verjin hjá Tom Hagen, manninum hjá Anne-Elisabeth Hagen, sigur, at hann fer at bíða við at gera viðmerkingar til handtøkuna og skuldsetingina, til hann veit meira um málið.

VG hevur eisini spurt verjan, Svein Holden, hvat hann nú væntar fer at henda við møguligu leyslatingini av Tom Hagen, sum lagmannsrætturin hevur gjørt av skal verða, men her sigur verjin, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.