Skuldsettir fyri at seta eld á í Sandavági

Løgreglan hevur havt fýra ungar mans til avhoyringar og nú verður kannað eftir um fleiri eru uppi í

Heilt tíðliga í morgunm, klokkan 5.55, fekk løgreglan boð um, at eldur var komin í eini sethús í Sandavági.

Tá ið málið var kanna, vísti tað seg, at talan var um nakrar unglingar, sum høvdu fingist við fýrverk, og sum høvsu skotið fýrverk ímóti húsunum.

Tað hevði fest ymiskt, sum stóð leyst uttan fyri úthurðina, sum fekk eitt sindur av skaða, men tey, sum búðu í húsunum, bóru skjótt at og fingu sløkt, áðrenn eldurin breiddi seg. Men tey fingu eisini fatur á tí eina unglinginum, sum hevði skotið fýrverk ímóti húsunum, og tey fingu hildið honum til aftur til løgreglan var komin á staðið og tók hann.

Síðani hevur løgreglan tikið tríggjar unglingar afturat, og teir eru allir fýra skuldsettir fyri at hava sett eld á, sigur løgreglan.

Teir eru allir avhoyrdir í dag og eru leyslætnir aftur, men løgreglan kannar nú um enn fleiri hava verið uppi í.

Løgreglan sigur, at nakað av tíð skal brúkast aftur at upp á at fáa fult yvirlit yvir málið, og tá ið tað er lýst út í æsir, verður endaliga støða tikin til, hvat meiri skal henda í tí.