Skuldsettir fyri hóttanir og burturflyting

Nakrir mans sita í løtuni í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti skuldsettir fyri bæði harðskap, burturflyting og hóttanir

Í løtuni sita tveir mans til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Teir eru saman við tveimum øðrum skuldsettir fyri eitt nú burturflyting, harðskap og hóttanir. Av tí at avmarkað pláss er í rættinum, ber ikki til at hava allar inni í senn.

Teir báðir, sum fyrst fóru inn til grundlógaravhoyring, eru ávikavíst 23 og 28 ára gamlir, og teir eru báðir føroyingar. Tann 23 ára gamli situr frammanundan varðhaldsfongslaður, eftir at hann varð handtikin herfyri, og ein rúgva av rúsevnum og okkurt vápn bleiv funnið á bústaðinum. Tann 28 ára gamli maðurin er eisini ein kenningur hjá løgregluni. Hann er partur av stóra rúsevnamálinum, sum koyrir sum nevningating í Føroya Rætti í løtuni, men sum er útsett orsaka av forfalli hjá ákærumyndugleikanum.

Teir eru saman við einum triðja persóni, sum er ein 24 ára gamal føroyingur, og sum í løtuni situr í varðhaldinum í Mjørkadali, skuldsettir fyri beint fyri nýggjár í felag at hava tikið ein mann inn í ein bil úti á Argjum og koyrt við manninum til ein annan part av Havnini, har maðurin bleiv sligin og fekk at vita, at hann skyldaði 100.000 krónur, og um hann ikki rindaði pengarnar, so fóru teir at knúsa ella drepa dóttrina og familjuna hjá manninum.

Saman við einum 46 ára gomlum dana eru teir eisini skuldsettir fyri tann 8. januar í ár uttan fyri Sjósavnið á Argjum at hava tikið sama persón sum áðurnevnt og ein annan, sum hesin sat í einum bili saman við, út úr bilinum. Maðurin, sum teir eisini høvdu verið eftir beint fyri nýggjár, fekk síðani ein posa út yvir høvdið, hendurnar blivu bundnar við strips, og maðurin bleiv sligin. Harumframt fekk maðurin ein kaldan lut, sum man metir hevur verið ein knívur, settan móti barkanum og fekk at vita, at hann nú skyldaði 300.000 krónur.

Eftir at skuldsetingarnir blivu lisnar upp bað ákæruvaldið um, at dyrnar blivu latnar aftur, og verjarnir mótmæltu ikki, so fjølmiðlarnir blivu koyrdir á dyr.

Seinni í dag fæst so at vita, um menninir blíva varðhaldsfongslaðir.