Skuldsettur fyri at royna at neyðtaka kvinnu í Havn

Ein maður er fongslaður í slakar fýra vikur fyri neyðtøkuroynd

Tíðliga sunnumorgunin varð ein maður handtikin í Havn og skuldsettur fyri neyðtøkuroynd.

Beint tá ið klokkan var farin av trý sunnunáttina, ringdi ein kvinna ringdi til løgregluna at melda, at ein maður var lopin á hana og hevði roynd at neyðtaka hana.

Hetta var á alfaravegi í Havn, men kvinnan fekk kortini gjørt so nógvamótstøðu, at hann gavst og slapp sær til rýmingar. Hon kendi ikki mannin, men fekk lýst hann so neyvt, at løgreglan fann hann hann aftur seinni um náttina og tá varð hann handtikin.

Og í gjár varð hann so førdur fyri rættin til grundlógaravhoyringar og har varð hann varðhaldsfongslaður í slakar fýra vikur, til tann 3. oktober

Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir til endaligu dómsviðgerðina, so so verður einaferð seinni.