Skuldsettur fyri at seta eld á av ósketni

Í gjár varð boðað frá eldi í Barnaheiminum í Havn

Í gjár varð boðað frá eldi í Barnaheiminum í Havn. Eldurin varð tó  skjótt sløktur, tí løgreglan varð skjót á staðið og fekk sløkt við pulvursløkkjarum. Men sløkkiliðið varð eisin boðsent og tey sløktu so tað seinasta.

Løgreglan sigur, at talan var um onkran, sum hevði verið óansin við einum brennara til ókrút.

Tað var ein, sum var farin at brenna ókrút, men hevði ikki ansað nóg væl eftir, hvar flamman fór. Tískil kom flamman at einum træhjalli, sum eldur kom í.

Løgreglan sigur, at klædningurin fekk nakað av skaða, og somuleiðis fingu nakrir lutir, sum vóru beint innan fyri, eisini skaða.

Løgreglan sigur, at viðkomandi, sum brúkti ótrútsbrennaran, er skuldsettur fyri at hava sett eld í av ósketni, og tað fær viðkomandi eina bót fyri.