Skuldsettur fyri drápsroynd uttan fyri Landssjúkrahúsið

Ungur maður er varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Ein ungur maður er skuldsettur fyri drápsroynd ímóti einum heilsustarvsfólki í Havn.

Tíðindatænastan, Ritzau sigur, at tað var leygarkvøldið, at hann leyp á ein starvsfólkið uttan fyri Landssjúkrahúsið, har maðurin, sum er skuldsettur, var innlagdur á Psykiatriska deplinum. Sjúklingurin og heilsustarvsfólkið vóru farin ein túr, tá ið hann leyp á hana.

Hann meiðslaði starvsfólkið í høvdið og tók hvørkratak á tað, sigur ákærin, Maria Buus Sørensen við Ritzau.

Starvsfólkið er ikki í lívsvanda og tað fekk sjálvt boðað frá álopinum.