Skuldsettur fyri morð og yvirgang: Eg noyddist at gera tað

22 ára gamli norðmaðurin Philip Manshaus hevur játtað bæði at hava dripið stjúksystur sína og álop á mosku, men heldur ikki, at hann skal revasta.

(Photo by Heiko Junge / NTB Scanpix / AFP) / Norway OUT

(Photo by Heiko Junge / NTB Scanpix / AFP) / Norway OUT

 

Philip Manshaus er skuldsettur fyri morð og yvirgang. Tá hann kom í rættin í Oslo í dag hevjaði hann armin í eini nazistiskari heilsan.

Harumframt boðaði tann 22 ára gamli norðmaðurin gjøgnum verja sín frá, at hann kendi seg noyddan til at fremja hesar gerðir, sum hann síðani 12. august hevur sitið varðhaldsfongslaður fyri.

Philip Manshaus er skuldsettur fyri tann 12. august at hava dripið 17 ára gomlu stjúksystir sína og fyri at hava lagt til rættis eitt yvirgangsálop á moskuna al-Noor Islamic Centre í Bærum uttan fyri norska høvuðsstaðin Oslo.

Sambært norsku tíðindastovuni NTB tyktist Manshaus í dag meira álvarsamur, enn tá hann møtti í rættinum 12. august.

##med2##

Hann vildi ikki svara fjølmiðlnum um ta høgravíðgongdu heilsanina.

Manshaus viðgongur at hava framt illgerðirnar, emn heldur ikki, at hann skal revsast fyri tær. Hann krevur at verða latin leysur í dag.

– Sum hann sær tað, so var tað nakað, hann varð noyddur at gera, og sum var ábyrgd hansara at gera.

– Hann greiðir frá, at tað var ein slag av neyðverju, sum hann sær tað. Hann hevur sagt, at hann fer at greiða nærri frá, at fjølmiðlarnir eru til staðar, sigur verjin hjá Philip Manshaus, Unni Fries.

Philip Manshaus noktar at lata seg avhoyra av løgregluni.

Pål-Fredrik Hjort Kraby, sum er advokatur hjá løgregluni, sigur, at tey meta nazistisku heilsanina hjá Manshaus bera boð um, at hann vil hava sínar víðgongdu hugsanir og hugsjónir fram í almenningin.

Manshaus var ílagt gráan klædning, hvíta skjúrtu og svart slips í rættinum í dag. Hann hevði frammanundan givið fjølmiðlunum loyvi at taka myndir.

Seinni í dag verður avgjørt, sum hann framhaldandi skal varðhaldsfongslast.

 

/ritzau/NTB

(Photo by Heiko Junge / NTB Scanpix / AFP) / Norway OUT

(Photo by Heiko Junge / NTB Scanpix / AFP) / Norway OUT