Skulu eisini sleppa at selja sterkt øl í øðrum handlum enn í Rúsuni

Rúsdrekkalógin eigur at verða broytt soleiðis at hon fylgir við tíðini, heldur løgtingskvinna

 

 

Nú er stundin komin til at broyta rúsdrekkalógina, so hon hóskar til menningina, sum verið hevur í samfelagnum og soleiðis at hon hóskar til tørvin, sum eitt blómandi vinnulív hevur.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, og forkvinna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum.

Og tað sigur hon, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Framsókn um at loyva matstovum, og øðrum fyritøkum, at innflyta borðvín, sum er vín, ið vanliga verður drukkið aftur við mati.

Bjørt Samuelsen vísir á, at í Føroyum er tað bara Rúsan, sum hevur loyvi til at selja øl og annað, sum er sterkari enn 5,8 prosent.

Hon er av teirri sannføring,  at Rúsan skal varðveita einkarrættin til at selja rúsdrekka, soleiðis at vín og sterkt rúsdrekka bara verður at fáa í Rúsuni.

Men hon heldur umstøðurnar hjá vinnuni eiga at verða smidligari og her hugsar hon um matstovuvinnuna, men ikki minst hugsar hon um føroysku bryggjaríini.

Sum er kunnu bryggjaríini sjálvi selja tað øl, tey bryggja, men bara tað, sum er veikari enn 5,8 prosent.

Alt øl, sum er sterkari enn tað, skal seljast í Rúsuni, men Bjørt samuelsen heldur, at føroysku bryggjaríini eiga sjálvi at sleppa at selja alt øl, tey bryggja, eisini tað sterka ølið. Hon heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri fyri bryggjaríini, fyri brúkaran og fyri ferðavinnuna og matstovuvinnuna.

Annars heldur hon, at nú er tíðin komin at broyta rúsdrekkalógina, soleiðis at hon fylgir við tí tørvi, samfelagið og eitt blómandi vinnulív, hevur.

Hinvegin ásannar hon eisini, at spurningurin um at lata ymsar fyritøkur sleppa at innflyta rúsdrekka, er ikki bara ein spurningur um borðvín, sum hetta uppskotið einans fevnir um

Hon vísir á, at eisini í okkara grannalondum er tað eisini vanligt at hava einkarsølur av rúsdrekka.

Men í Føroyum hava vit tað serstøku skipan, at tað eisini bara er Rúsan, sum hevur loyvi til at innflyta rúsdrekka – og tað er óvanligt, tí í øðrum londum eru tað fleiri fyritøkur, sum hava loyvi til at innflyta rúsdrekka.

Hon sigur, at úrslitið av eini slíkari skipan, er, at vit fáa innflytarar, sum fáa ein serkunnleika á økinum, og sum kunnu kappast um at bjóða monopolunum, matstovuvinnuni og skeinkistøðunum eitt størri úrval av vørum.

Samstundis staðfestir hon, at myndugleikarnir hava álagt Rúsuni, at hon skal hava nakrar milliónir í avlopi um árið.

– Tá ið broytingar verða gjørdar í rúsdekkalógini, sum minka um inntøkurnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins, eigur kravið til Rúsuna um yvirskot eisini at verða linkað, heldur hon. Og hon heldur, at sum frálíður, eiga myndugleikarnir heilt at sleppa kravinum um at Rúsan skal hava eitt ávíst yvirskot.