Skulu finna 30 milliónir um árið

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur nøkur hugskot um, hvar pengarnir kunnu finnast

Næsta ár skal Løgtingið seta tiltøk í verk fyri 30 milliónir krónur. Tað kann antin gerast við at finna sparingar, við økja um inntøkurnar, ella við eini kombinatión av báðum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Løgtingið hevur viðgjørt, hvussu nógv samfelagið skal kosta at reka næsta ár, men fyribils er tað bara gjørt við at taka útreiðslurnar í ár og meta um, og so eru tær framskrivaðar til næsta ár. Og harafturat er eisini roknað við einum búskaparvøkstri upp trý prosent, sum er miðal vøksturin hesi seinastu árini.

Landsstýrismaðurin sigur, at sostatt ikki so bjartskygd sum Búskaparráðið, tí tey vænta ein størri vøkstur - og hann vónar, at  at Búskaparráðið fær rætt. Men hann sigur, at sum støðan er nú fer hallið á fíggjarlógini at vera 63,5 milliónir, men fortreytin er, at tiltøk verða settar í verk fyri 30 milliónir næsta ár, og aftur 30 milliónir í 2023, men so er aftur avlop á fíggjarlógini.

Hann sigur, at hesar 30 milliónirnar kunnu finnast við sparingum, ella tær kunnu finnast við at økja inntøkurnar hjá landskassanum við at hækka skattir og avgjøld. Ella talan kann vera um eina samanrenning av báðum.

Sjálvur vil hann ikki seta nøkur tøl á, tí hansara vón er, at fíggjarnevndin hjá Løgtinginum kemur við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu verða sett í verk. men hann dylir ikki fyri, at hann vil heldur seta sparingar í verk fyri allar 30 milliónirnar, heldur enn at leggja hægri skatt og avgjøld á fólk og vinnulív.

Men hann vísir kortini á nøkur viðurskifti, sum hann heldur, at Løgtingið eigur at umrøða. Eitt eru útreiðslurnar til Landssjúkrahúsið, sum eru settar til at veksa 3,5 prosent um árið, og tað heldur hann er ov nógv. Og hann vísir á, at samstundis fara útreiðslurnar til Heilsutrygd at hækka 5,5 prosent um árið.

– Tað er ikki vist, at hetta er tann rætta gongdin. Hetta eru villir hestar á fíggjarlógini og tað eiga vit at viðgera, segði Jørgen Niclasen í Løgtinginum í gjár, tá ið málið var til umrøða.   

Hann vísir eisini á, at útreiðslurnar til arbeiðsfremjandi tiltøk veksa úr 112 milliónum upp í 150 milliónir upp á fimm ár.

 – Endamálið við arbeiðsfremjandi tiltøkum var at fáa fyritíðarpensjónistar á arbeiðsmarknaðin so at útreiðslurnar til fyritíðarpensjón skuldu minka. Men útreiðslurnar til fyritíðarpensjónir fara eisini at hækka úr 270 milliónum um árið, upp í 343 milliónir um árið. Sostatt eru hækkingar í báðum endum, og tað mugu vit hyggja at, heldur Jørgen Niclasen.