Skulu hava minst 40 tímar um vikuna

Nú mugu politikarar vakna, heldur Pedagogfelagið

Hesi skulu hava trygd fyri at hava nokk av vaksnum pedagogum hjá sær. Savnsmynd

Hesi skulu hava trygd fyri at hava nokk av vaksnum pedagogum hjá sær. Savnsmynd

– Nú mugu politikarar vakna, og tryggja børnunum góðar umstøður. Tað heldur Pedagogfelagið, nú tað stundar til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 31. august í ár.

– Tað er tað, ið tit eru valdir til, leggur Nikkel Heinesen, næstformaður í Pedagogfelagnum afturat í einu almennari fráboðan í kvøld.

Í hesum sambandi heitir Pedagogfelagið á politisku flokkarnar um at broyta dagstovnalógina soleiðis at børn á dagstovnum fáa eitt minstamark av starvsfólki. Hetta skal tryggja eina gjøgnumskygda skipan, har námsfrøðiliga góðskan, og umsorganin fyri barninum, ikki kann verða spard, sigur felagið.

– Fíggjarjáttanin til leiðsluna, vikarar, reingerð, og annað, eigur ikki at ávirka tímajáttanina til børnini, sigur Pedagogfelagið.

Felagið hevur sjálvt snikkað eitt uppskot til, har tey mæla til, at fyri hvørji trý børn, sum eru yngri trý ár, skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna, og fyri hvørji seks børn, sum eru trý ár og eldri, skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna.

Men Pedagogfelagið sigur, at hava stovnarnir longri opið enn 40 tímarum vikuna, eiga børnini at fáa fleiri tímar. Aftur fyri kann tímatalið so eisini lækkast tá ið stovnurin hevur opið færri enn 40 tímar um vikuna.

– Tímar til leiðslu, avloysarar, umvælingar, matgerð og reingerð, skulu leggjast afturat tímunum til starvsfólkini, leggur felagið afturat.

Pedagogfelagið leggur dent á, at hetta skal vera eitt minstamark, tí vilja kommunurnar hava enn betri dagstovnar, kunnu tær sjálvsagt hava fleiri starvsfólk.

 – Vit sakna eina heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið, eitt nú hvussu tað ber til at fáa fleiri starvsfólk til barnaansingina.

– Hvussu tryggja vit betri arbeiðsumhvørvi? Hvussu tryggja vit børnunum eitt minstamark av vaksnum fólki at verða saman við teimum, heldur Pedagogfelagið, eigur at vera ein partur av eini slíkari heildarætlan

Hesi skulu hava trygd fyri at hava nokk av vaksnum pedagogum hjá sær. Savnsmynd