Skulu ikki lata okkum trýsta

– Í útgangsstøðinum er tað líka mikið, hvør tað er, sum hóttir, um tað er Kina, ES, USA, Russland ella onkur annar, so skulu vit ongantíð lata okkum trýsta, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum hevur somu meining

Kinesiski sendiharrin í Danmark, Feng Tie, gav sambært danska blaðnum Berlingske 11. november landsstýrinum greið boð:

Um Føroya Tele ikki valdi kinesiska telerisan Huawei sum veitara av 5G netinum, kunnu Kina og Føroyar ikki gera nakra fríhandilsavtalu.

Sambært Berlingske kom tað fram í nógv umrøddu ljóðupptøkuni, sum Kringvarpið fekk fútabann at endurgeva.

DR sigur seg eisini vita um innihaldið í upptøkuni. Teir siga, at í samrøðuni millum aðalstjóran og landsstýrismannin, greiddi aðalstjórin frá, at kinesiski sendimaðurin á fundinum 11. november gjørdi greitt, at um Føroya Tele ikki gjørdi avtalu við Huawei um 5G-netið, kundu Føroyar gloyma alt um handilsavtalur við Kina.

Men Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur ikki at vit skulu lata okkum trýsta.
– Vit skulu ikki góðtaka at vera trýst. Stórveldini hava stóran áhuga í okkum, men vit mugu sjálvi taka støðu og fáa allar upplýsingar á borðið. Nú eru danskir fjølmiðlar og danskir politikarar eisini uppií, og teir hava eisini síni áhugamál, sigur Høgni Hoydal.

##med2##

Heðin Zachariassen, tingmaður fyri Fólkaflokkin er samdur við Høgna Hoydal, at vit skulu ikki lata okkum trýsta.

– Tað er ikki í lagi, at vit verða hótt. Vit vita ov lítið um málið, og her sær út til, at verjupolitikkur og handilspolitikkur verða blandað saman. Tí er tað óheppið, at vit ikki vita meira um málið og kenna innihaldið, sigur Heðin Zachariassen.

Tí er spurningurin eisini, um Føroya Tele einsamalt skal fáa loyvi at avgera, hvønn veitara teir vilja hava, ella skulu politikarar skulu blanda seg uppí.

– Um tað bara eru vanlig handilsviðurskifti, so er tað bara Føroya Tele, ið skal avgera, hvønn veitara, teir velja. Men eru tingini samanblandað, sum tað sær út í hesum málinum, so sær tað meira álvarsamt út. Tí ber ikki til at svara ja ella nei, sigur Heðin Zachariassen.

Høgni Hoydal er samdur.

– Vit mugu bara staðfesta, at tað er meira ein teknisk og handilslig avgerð, ið hevur ligið til grund hjá Føroya Tele. Men vit mugu ikki vera naiv í hesum málinum. Tað er eitt stórt trýst – eisini frá USA. Vit mugu viðgera hetta nærri og sjálvi taka støðu, sigur Høgni Hoydal.

Lurtið eftir allari samrøðuni, sum var í FM 1, við at trýsta á pílin undir myndini.

##med3##