Skulu ikki longur hava skyldu til at oyða rovfugl í Føroyum

Landsstýrið ætlar at seta tríggjar lógir úr gildi, sum allar eru avoldaðar

Ravnur hevur ikki verið høgt í metum í Føroyum - og nú verður skyldan til at oyða hann, formliga avtikin

Ravnur hevur ikki verið høgt í metum í Føroyum - og nú verður skyldan til at oyða hann, formliga avtikin

Nú skulu bøndur og jarðarbrúkarar ikki longur hava skyldu til at oyða ravnin og at oyðileggja reiður hjá ravni.

Hetta er ein gomul og avoldað lóg, sum landsstýrið nú ætlar at avtaka, tí hon verður ikki brúkt longur.

Lógin er frá 1992, og eftir henni hava jarðareigarar og jarðarbrúkarar, skyldu at leita eftir reiðrum hjá ravni og at beina fyri teimum. Og tann, sum sá ravn í haganum, skuldi boða frá tí, so at beinast kundi fyri honum.

Landsstýrið sigur, at hetta er ein lóg, sum ikki hevur verið brúkt í longri tíð. Og tí verður mett, at hon kann verða sett úr gildi eftir regluni um, at í roynd og veru er ein lóg, sum ikki verður brúkt, ógyldug, ógyldug.

Annas vísir landsstýrið á, at eftir lógini um fuglaveiðu er tað loyvt at skjóta ravn alt árið.

Ein onnur lóg, sum eisini skal setast úr gildi, er lógin frá 1891, har reglur eru um, nær tað er loyvt at gera royndir við djórum í teimum førum, har royndirnar hava við sær pínu fyri djórið.

Men í nýggju djóravælferðarlógini, sum varð samtykt í undanfarna valskeiði, eru nýggjar reglur um hetta, og tískil er tann gamla lógin ikki aktuell longur.

Triðja lógin, sum nú skal setast úr gildi, er lógin frá 1931 um at tann, sum eigur ógeldar hestar, hevur skyldu til at sýna teir fram á hestasýning, har ein nevnd skal taka støðu til, um alast skal undan hestinum.

Heldur ikki hendan lógin verður brúkt longur og tí eigur hon at verða sett úr gildi, heldur landsstýrið.

Í næstum fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sostatt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hesar tríggjar lógirnar.

Ravnur hevur ikki verið høgt í metum í Føroyum - og nú verður skyldan til at oyða hann, formliga avtikin