Skulu ikki vænta at føðideildin letur upp aftur

Barnakonur í Suðuroy kunnu eiga á Landssjúkrahúsinum - ella heima

Myndina tók Eileen Sandá

Myndina tók Eileen Sandá

Føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður neyvan latin upp aftur. Tað fortaldi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri ungdómstinginum, sum var í Løgtinginum fyrr í vikuni.

Har varð hann spurdur um nøkur ætlan er at lata føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið upp aftur.

Men hann segði, at tað er tað ikki.

Tá ið føðideildin varð latin aftur, var tað tí, at Suðuroyar Sjúkrahús sjálvt, ikki vildi átaka sær ábyrgdina av føðistovuni. Orsøkin er, at tey hava ikki teir neyðugu serlæknarnar á økinum og tí vilja tey ikki taka sær ábyrgdina av at taka ímóti børnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tað var sostatt eftir tilmæli frá Suðuroyar sjúkrahúsi sjálvum, at føðideildin varð niðurløgd.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at barnakonur í Suðuroy hava valið ímillum at fara á Landssjúkrahúsið at eiga, ella tær kunnu eisini eiga heima.

Hann vónar, at Suðuroyartunnilin er veruleiki um 10 ár, so tá sleppa barnakonur í Suðuroy frá at fara til Havnar tvær vikur áðrenn tær skulu eiga.

Hann sigur, at hann veit einki um, at ætlanin er at lata føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsið upp aftur, so tað skulu suðuroyingar ikki vænta, segði hann.

Annars elvdi tað til rættiliga hart orðaskifti í Løgtinginum, tá ið føðideildi varð latin aftur, men enn hevur so eingin politikari megna at gjørt nakað við tað, heldur ikki teir, sum høvdu harðastu atfinningarnar ímóti tí.

Harðastu atfinningarnar mundi Jacob Vestergaard hava. Hann er landsstýrismaður nú, men tá var hann løgtingstingsmaður fyri Fólkaflokkin.

Hann gjørdi greitt í Løgtinginum, at tað er ongin orsøk at spyrja nakran um, hvussu tað skal skipast.

Hann segði, at tað er bara at  skera ígøgnum og geva greið boð um, at føðideild skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og so er at seta tað í verk sum krevst, fyri at tað kann bera til, segði hann í 2016.

Myndina tók Eileen Sandá