Skulu sleppa undan at rinda mvg í eitt ár afturat

– Men nakrir politikarar halda, at tað er ov lítið

Tey, sum fáa sær hitapumpu, skulu sleppa undan at rinda mvg í eitt ár afturat.

Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.

Hesi seinastu árini hava tey, sum fáa sær hitapumpu fingið alt mvg av útreiðslunum, aftur, men tann lógin fer úr gildi á nýggjárinum.

Men nú hevur Jørgen Niclasen so lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tað skal vera galdandi fyri 2020 eisini.

Jørgen Niclasen sigur, at síðani skipanin kom í gildi í 2018, hava 113 hús fingið hitapumpu, og hava fingið mvg afturgoldið.

Tilsamans hava tey fingið 2,38 milliónir afturgoldið, og sostatt hevur hvørt húski fingið 21.100 krónur afturgoldið í miðal.

Men enn er langur vegur eftir á mál til øll orka á landið er vorðin grøn orka, tí av teimum umleið 18.000 húsarhaldunum í Føroyum, eru tað, leysliga mett, eini 15.000 - 16.000 húsarhald, ið enn hava oljufýr.

Men summir politikarar halda, at hetta er ov lítið, og tí hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið, at skipanin við at tey, sum fáa sær hitapumpu, skal vera galdandi í fýra ár afturat, altso til og við 2023.

Men tey halda eisini, at skipanin skal vera galdandi fyri aðrar, grønar, orkuskipanir enn hitapumpu, eitt nú sólorkuskipanir.

Tey halda, at treytin skal vera, at skipanin letur minst 80 prosent av orkuni til ljós, varma og heitt vatn, og at hini 20 prosentini av orkuni skal stava frá elorku.