Skulu telja hvussu nógvur fuglur er í Føroyum

Vit mugu hava trygd fyri, at fuglaveiðan er er burðardygg, halda løgtingslimir

 

 

Vit skulu skipa fyri regluligum fuglateljingum. í Føroyum. Tað halda tey bæði løgtingsfólkini fyri Javnaðarflokkin, Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm og tí hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa regluligar fuglateljingar í Føroyum.

Tey vísa á, at hesi seinastu árini er talið á heiðafugli og svartfugli minkað rættiliga nógv kring Føroyar. Tað eru ymsar frágreiðingar uppá, hví støðan er, sum hon er, men tey halda, at tað er vert at fáa staðfest, hvussu stórt talið er á ymsu fuglasløgunum í Føroyum gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Tað er neyðugt fyri at fáa neyðugu hagtølini til vega og fyri at staðfesta, hvørjir fuglastovnar minka, og hvørjir veksa í tali.

Tað er vanligt at veiða fugl í Føroyum, einamest svartfugl, men vit skulu tryggja, at øll veiða er burðardygg, eisini fuglaveiða, halda tey.

– Teljingar kunnu staðfesta gongdina í fuglastovnunum, og sostatt hvør veiða er burðardygg, og hvør veiða ikki er burðardygg. Londini rundan um okkum hava fuglateljingar sum fastan tátt fyri at syrgja fyri burðardyggari veiðu og grundleggjandi vitan, siga Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm.

Samstundis vísa tey á, at í Føroyum hevur bert ein landsumfatandi fuglateljing verið og hon var í 1981 av heiðafugli og tí halda tey, at tað er neyðugt at vit fáa regluligar fuglateljingar í Føroyum.