Skulu útvega 18 nýggjar køstar

MBM-køstar er navnið á nýggjum partafelag, sum í fyrsta umfari skal útvega 18 bóndum køstar, nú nýggja biogassverkið Førka á Skarðshjalla skjótt byrjar sítt virksemi

– Vit hava tosað við bøndurnar, og 18 hava valt at verið við í ætlanini. Vit hava sent felags umsókn avstað, sigur Hákun Steingrímsson í Havn, sum er annar av stjórunum í nýstovnaða felagnum.

Karl á Høvdanum Andreasen á Viðareiði er eisini stjóri í felagnum. Partapeningurin í felagnum er 50.000 krónur.


Bøndur standa saman

– Búnaðargrunnurin eftirlýsti umsóknum frá bóndum, og vit hava síðani sett okkum í samband við bøndur og valt at arbeiða saman um at fáa til vega køstar, sigur Hákun Steingrímsson.

Hann vísir á, at teir hava havt sera gott samstarv við Búnaðargrunnin.

Allir neytabøndurnir hava fingið møguleika at verið við, men tað er tó onkur av teimum, ið hava valt, ikki at tikið av møguleikanum. Hetta er millum annað orsakað av, at onkur av teimum sjálvur er farin í gongd við at gera nýggjan køst, ella tí at enn er ógreitt við staðseting av køsti ella ógreiða er um onnur viðurskifti.

– Tað kann vera, at vit einaferð í framtíðini fara at søkja av nýggjum, og tá kunnu onnur áhugað vera við, sigur Hákun Steingrímsson.

Hann vísir á, at enn eru nakrir leysir endar. Millum annað við umsóknum til kommunur eins og loyvi frá friðingarmyndugleikum. Men tað verður arbeitt við tí.


Grønari orka

Tað eru nógvir fyrimunir hjá bóndum, tá ið teir fara at fáa avgassað tøð frá nýggja biogassverkinum.

Tøðevnið er betri, lukturin verður minni, talan er um grøna orku at fáa grønt gras, og harafturat fer tað at spara bóndum fitt av peningi, tí ikki verður neyðugt við so nógvum handilstøðum.

Førka heintar tøðið úr køstinum hjá bóndunum, og seinni fáa teir tað aftur frá Førka sum avgassað tøð. Hetta tøðið skal ikki blandast saman við hinum tøðunum, og tí mugu nýggir køstar gerast ella fáast til vega at hava hetta tøðið í. Bøndurnir nýta tey avgassaða tøðini at spræna út á bøin.

– MBM køstar hevur bara sum endamál at fáa køstarnar til vega. Tá ið tað er komið upp á pláss, er ætlanin at avtaka felagið aftur, sigur Hákun Steingrímsson.