Sleipari hevur fingið fast í Eemslift Hendrika

- Støðan við skipinum er undir eftirliti. Nú skulu onnur festi gerast í skipið, siga tey hjá norsku vaktar-og bjargingartænastuni.

 

 

Líkt er til, at henda myndin er tikin fyrr í kvøld, áðrenn myrkur legðist yvir havleiðina.

Líkt er til, at henda myndin er tikin fyrr í kvøld, áðrenn myrkur legðist yvir havleiðina.

 

Sambært norskum miðlum í kvøld, hevur tað nú eftir øllum at døma eydnast at seta fast í niðurlendska farmaskipið, Eemslift Hendrika, sum mannleyst og við stórari slagsíðu hevur rikist fyri vág og vind á opnum havi. 

Tá skipið sendi út neyðarkall, tók ein bjargingartyrla teir fyrstu átta av manningini av skipinum. Eftir vóru tá skipari og tríggir av manningini, og skiparin ynskti at royna, um til bar at stabilisera skipið.

Men, tað eydnaðist ikki, og seinni sama dag tók bjargingartyrla eisini teir seinastu fýra av skipinum, sum síðan hevur rikið mannleyst og við ongari motormegi á havinum. Ivi hevur verið um, hvussu skipið nú kundi bjargast.

Ætlanin var at bíða við sjálvum bjargingarátakinum til í morgin, men vaktar-og bjargingartænastan gjørdi í kvøld av, at átakið skuldi setast í verk longu í kvøld, tí vandi var fyri, at skipið fór at reka á land, sum náttin leið.

Í kvøld skriva norskir miðlar, at eftirlit er við Eemslift Hendrika, og at nú verður gjørt klárt til sleip. - Sleipari hevur fingið fast, og støðan við skipinum er undir eftirliti. Nú skulu onnur festi gerast í skipið, siga tey hjá norsku vaktar-og bjargingartænastuni.

Tey hava vónir um, at bjargingarátakið verður liðugt eftir nøkrum tímum, um alt gongur væl. Málið er at sleipa skipið inn á eina leið, sum liggur í le av veðrinum og síðan rætta farmaskipið uppaftur.

 

 

Líkt er til, at henda myndin er tikin fyrr í kvøld, áðrenn myrkur legðist yvir havleiðina.