Sleppa at koyra stuttleikakoyring í Havn - í minst tvey ár afturat

– Hetta er ikki tað størsta lógarbrotið í Føroyum í hesum tíðum, heldur býráðslimur

Nógv hava funnið ein fragd í at koyra go-cart á breytini í Havn, og tað kunnu tey nú halda fram við

Nógv hava funnið ein fragd í at koyra go-cart á breytini í Havn, og tað kunnu tey nú halda fram við

Tað er nú greitt, at go-cart breytin á Skarðhjalla, heldur fram, í hvussu so er í tvey ár aftur at. Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld.

Annars hevði meirilutin í býráðnum ætlað at siga leigumálið upp og at selja stykkini til at byggja vinnuvirki á. Men tað gekk ikki sum ætlað á býráðsfundinum í kvøld.

https://www.in.fo/news-detail/news/nu-verdur-eingin-stuttleikakoyring-meiri-i-havn/Les meiri her: Nú verður eingin stuttleikakoyring meiri í Havn

Á býráðsfundi í kvøld varð upplýst, at tað er ikki í samsvari við byggisamtyktina at lata go-cart breyt vera á økinum, tí talan er um eitt økið til stórídnað, sum ein go-cart breyt aldrin kann koma undir, sama hvussu leysliga byggisamtyktin verður tulkað.

Leigusáttmálin um økið gongur út nú, og Annika Olsen sigur, at sambært løgfrøðingum hevur býráðið rætt og slætt ikki loyvi at leingja sáttmálan.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin heldur, at tann sum fylgir við í tí, sum fer fram í Føroyum í dag, má skjótt ásanna, at tað er ikki størsta lógarbrotið í landinum at leingja leigumálið til go-cart breytina í tvey ár aftur.

Minnilutin í býráðnum legði síðani uppskot fyri býráðið um at leingja leigumálið til go-cart breytina í tvey ár afturat ímeðan roynt verður at finna eina aðra loysn.

Og heldur óvæntað varð meiriluti fyri uppskotinum, tí at eisini býráðslimir í meirilutanum tóku undir við tí.

Sostatt er greitt, at go-cart breytin á Skarðshjalla heldur fram, í hvussu so er í tvey ár afturat.

Nógv hava funnið ein fragd í at koyra go-cart á breytini í Havn, og tað kunnu tey nú halda fram við