Sleppa at selja fyri 50.000 krónur – skattafrítt

Men tað er ikki galdandi fyri mat og góðgæti, og heldur ikki fyri tænastur. Andstøðan heldur, at hetta er skaðiligt

Tey, sum fáast við at virka ymsar vørur, ella heimavirki, sleppa nú at selja fyri 50.000 krónur skattafrítt.

Tað legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fyri Løgtingið um herfyri, og nú Løgtingið fer at atkvøða um tað, er tað greitt, at limirnir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini, taka undir við málinum – og tað ger Kristin Michelsen í Sjálvstýri, eisini.

Tey vísa á, at heimavirki er ein aldargomul siðvenja og sostatt er tað ein týðandi partur av okkara mentan, men í stóran mun er tað eisini list.

Tað mesta eru pløgg, sum kvinnur virka burtur úr ull, men eisini talan er eisini um at virka lutir burtur úr træi, hornum, gróti o.ø.

Men fólk, ið fáast við heimavirki, aftra seg, tí reglurnar um skatt og mvg eru so tvørligar at fáast við hjá teimum.

Men nú skulu hesar forðingarnar takast burtur, men talan skal í mesa lagi vera um sølu fyri 50.000 krónur um árið. Er sølan hægdi enn tað verður tað mett at vera vinnuligt virksemi, og so verður tað skattað sum vant.

Men tey í meirilutanum halda, at talan skal bara vera um vørur úr ull, horni, træi, og øðrum, sum verður skattafrítt. Talan skal sostatt ikki vera um at selja mat, góðgæti ella tænastur.

Umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini halda, at hetta fer at gera størri skaða enn gagn.

Tey vísa á, at hetta fer at máa grundarlagið undan teimum, sum royna at byggja eina nýggja vinnu upp í Føroyum við at sniðgeva mótaklæðir, ella við at gera føroysk klæður, smúkkur, og annað.

Tað fer at hendam tí nú verður tað meiri lokkandi at keypa heimavirkaðar vørur, heldur enn at keypa frá teimum, sum royna at menna nýggjar vinnur í Føroyum á hesum øki.

– Tey vinnurekandi á hesum øki hava eisini víst á, at tey gerast minni kappingarfør um arbeiðsmegina, tí tað nú fer at loysa seg betur hjá teirra starvsfólkum at arbeiða heima og selja sínar vørur skattafrítt.

– Hetta ber aftur í sær, at grundarlagið fyri hesi spírandi vinnu versnar, og at inntøkur landsins minka, siga tey í andstøðuni.