Fór illa við starvsfólkunum

Starvsfólkini vóru ikki virðiliga viðfarin sambært trivnaðarkanningini

Trivnaðarkanningin millum starvsfólkið í Heimatænastuni vísir, at einki álit var á leiðsluni, og niðurstøðan var tískil, at økisleiðarin mátti fara.

Tað er leiðslan sum heild, men serliga økisleiðarin, sum stendir fyri skotum í kanningini. Ein av atfinningunum hjá starvsfólkunum er, at leiðslan ikki tók tað í álvara, tá heimahjálpirnar boðaðu frá tørvi hjá brúkarum.

Haraftrat er komið fram, at økisleiðarin fór illa við starvsfólkunum. Sostatt verður økisleiðarin søgd ikki at virða starvsfólkini, at tosa niðursetandi við og um starvsfólk, halda monologar, ikki duga at lurta, blanda seg upp í alt og at taka fólk inn til samrøðu, um tey eru sjúk fyri at harta tey.


Les eisnini: Einki álit á leiðsluna


Sjúkrafráveran er óvanliga lág, umleið 1 %, staðfestir kanningin. Kanningin vísir at 20 % av starvfólkunum siga seg trívast illa. Tað er fimta hvørt starvsfólk, og sambært niðurstøðuni er hetta í meira lagi, men ikki órógvandi nógv.

Kanningin endurgevur ikki viðurskiftini út í æsir, og hetta er eitt etiskt væl, skrivar sálarfrøðingurin í innleiðingin. Hann kemur til ta niðurstøðu at søgurnar eru ein lemjandi kritikkur av leiðsluni, og endurgevur 22 fyri at seg seg hava upplivað rættleiðing harav 19 hava kent seg óvirðiliga viðfarnarn í hesum sambandi.


Les eisini: Kann ikki skjalprógva flýggjan frá øki 1


Tá tað kemur til søgur, siga 53 starvsfólk seg hava hoyrt nakrar til fleiri søgur, sum allar snúgva seg um vánaliga leiðslu har orð, sum niðurgering og vanvirðing av starvsfólki verða nevnd.

4 siga, at søgurnar eru íspinn grundað á tær neyðugu niðurskerjingarnar, sum hava verið seinastu árini.

Økisleiðarin hevur 80 fólk undir sær.