Sleppa ikki longur at krevja gjald frá fólki

Tað skal vera ókeypis hjá fólki at ganga í náttúruni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrimaður

Gjaldsportur, sum hetta í Saksun, skulu takast niður aftur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

Gjaldsportur, sum hetta í Saksun, skulu takast niður aftur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

– Øll skulu hava rætt til at ganga í haganum, uttan at rinda fyri tað. Hetta er kjarnin í einum uppskotið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at leggja fyri Løgtingið í heyst.

Bæði ferðavinna, bøndur og fólk, sum dáma at ganga í fjøllunum, hava leingi sóknast eftir at fáa greiðar reglar fyri, hvønn rætt fólk skulu hava til at ganga í fjøllunum – og hvønn rætt, bøndur skulu hava at krevja gjald frá fólki fyri at fara í hagan.

At ongar reglur eru, hevur elvt til misnøgd og ósemjur, og ein avleiðing er, at gjaldsportur hava stungið seg upp ymsastaðni, har bøndur hava kravt pengar frá fólki, sum vilja sleppa at njóta náttúruna. Gjøldini hava verið púra tilvildarlig, tí bøndur hava sett tey eftir, hvat teir sjálvir halda vera hóskandi.

Men nú er Helgi Abrahamsen at kalla liðugur við eitt uppskot um hesi viðurskifti, og tað fer hann at leggja fyri Løgtingið í næstu.

Og kjarnin í uppskotinum er, at tað skal vera ein hvørsmansrættur at ganga í nátturuni, uttan at rinda fyri tað..

– Tað merkir, at øll skulu hava rætt til at fara í náttúruna, uttan at rinda fyri tað. Og tey skulu ikki bara hava loyvi til at ganga eftir bygdagøtunum, men í náttúruni sum heild, sigur landsstýrismaðurin.

Hann leggur afturat, at tað merkir so eisini, at øll gjaldsportrini, sum eru sett upp ymsastaðni, skulu takast niður aftur.

 

Men hóast hvørsmansrætturin verður galdandi, fáa bøndur kortini ávísar heimildir til at avmarka gongdina í haganum. Vit hava meiri um hetta um eina løtu

Gjaldsportur, sum hetta í Saksun, skulu takast niður aftur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður